Teir 36 kapitlarnir fevna um eitt savnað byrjanarskeið. Við tekstum, uppgávum og mállæru hevur sBókin nóg mikið av tilfari til á leið 80 undirvísingartímar.

Fransktbókin tekur støði í gjøgnumskygdum orðum. Næmingar kenna seg tryggar við at læra franska úttalu gjøgnum kend orð, og harafturat er kenslan av at skilja samanhangin í hesum tekstunum bæði stimbrandi og hugkveikjandi. Hetta gjøgnumskygnið er onkuntíð knýtt at donskum og enskum orðum, sum føroyingar tó kennast við og kanska nýta í talumáli.

Fransktbókin er býtt upp í tríggjar partar: 

  • Í fyrsta parti verður dentur lagdur á úttalu. Her er ein styrki við sBókini týðulig: næmingarnir kunnu lurta aftur og aftur, steðga á, siga orðini sjálv, lurta aftur o.s.fr., samstundis sum teir síggja orðini á skíggjanum.
  • Í øðrum parti verður dentur framhaldandi lagdur á úttalu og mest grundleggjandi mállæruna. Samstundis verður farið undir at læra at samskifta eftir einføldum samrøðumynstrum. 
  • Í triðja parti (kap. 13-36) eru tekstirnir eitt sindur longri og byggja á grundleggjandi gerandisligt orðfeingi. Orðfeingið verður víðkað, og arbeitt verður framhaldandi við samskiftisførleikum. Næmingarnir læra at samandrátt av teksti, samrøðan verður víðkað til kjak, venjingarnar verða meira krevjandi, og einføldu umsetingaruppgávurnar verða skiftar út við aftursøgnir. Allar hesar venjingarnar kunnu skrivast og goymast í viðmerkingunum í sBókini.

Orðafrágreiðingarnar eru gjørdar soleiðis, at tú sært føroyska orðið við at trýsta á undirstrikaða franska orðið í tekstinum. Dentur er lagdur á, at næmingarnir læra at hugsa seg fram til týdningin av nógvum orðum. Tí hava øll orð ikki orðafrágreiðingar, men fyrst og fremst tey, sum ikki eru gjøgnumskygd og sum brúkararnir tí ikki hava møguleika at gjøgnumskoða. Eisini er ein orðalisti í stavrað tøkur síðst í sBókini.

Nógvar myndir eru í Fransktbókini. Umframt myndirnar í sjálvum tekstinum, hoyrir eitt myndasavn til hvønn kapittul við nøkrum eyka myndum, sum eru ætlaðar til samrøðu. Ein vegleiðing til, hvussu ein greiðir frá og lýsir eina mynd, er harafturat tøk í myndasavninum gjøgnum leinkjuna "Pour parler d'une image".

Serligur dentur verður lagdur á samskifti, m.a. við spurningum til allar tekstir og venjingum til bólkaarbeiði. Til flestu kapitlarnar er ein lítil kunningartekstur við leinkjum og ymiskum upplýsingum um eitthvørt evni.

Við serligum atliti til orðfeingisinnlæring eru smáir orðalistar við útvaldum lyklaorðum til hvønn kapittul.

Samvirknar uppgávur eru til hvønn kapittul, og tær geva næmingunum møguleika til at venja teir mest viðkomandi mállæruførleikarnar og orðini. Summar uppgávur eru lurtivenjingar.

ISBN: 9789991822273. Rithøvundarnir, Systime A/S og Nám 2016