Í fyrstuni gongur mesta arbeiðið fyri seg í skúlastovuni. Lærarin kann geva A-tekstirnar fyri heima, og ein styrki við sBókini er, at næmingarnir kunnu venja úttaluna heima. Eisini er møguligt at lata tey arbeiða við nøkrum av uppgávunum við beinleiðis aftursvari.    

Í 1. parti (kap. 1-7) er endamálið, at næmingarnir fáa eina kenslu av, at teir longu megna at úttala tey mest umráðandi ljóðini, og at teir uttan stórvegis trupulleikar skilja heildina í tekstunum. Tí eru tekstirnir serliga grundaðir á gjøgnumskygd orð, sum næingarnir kennast við. 

Dentur verður lagdur á úttaluna, og við sBókini kunnu næmingarnir lurta aftur og aftur, steðga á, taka upp aftur sjálvir, lurta aftur o.s.fr., samstundis sum teir síggja orðini á skíggjanum. Bæði heima og í skúlanum.

B-tekstirnir og kunningartekstirnir kunnu t.d. lesast leysliga, og til ber at viðmerkja lyklaorð ella gera samandrátt sum viðmerking til tekstin. Hetta kann t.d. gerast í bólki ella einsæris.

Til ber eisini at nýta myndir frá internetinum afturat myndunum, sum eru í Fransktbókini

Í 2. parti (kap. 8-12) verður dentur framhaldandi lagdur á úttalu og mest grundleggjandi mállæruna. Samstundis verður farið undir at samskifta við einføldum svarum til spurningar um tekstin. Svarini kunnu skrivast í viðmerkingarnar til hvønn tekst. 

Í 3. parti (kap. 13-36) eru tekstirnir eitt sindur longri og byggja á grundleggjandi gerandisligt orðfeingi. Strembað verður eftir at víðka orðfeingi, mállæruvitan og lesi- og samskiftisførleika. Lærararnir lær at gera samandrátt av teksti, samrøðan verður víðkað til kjak, venjingarnar verða meira krevjandi, og einføldu umsetingaruppgávurnar verða skiftar út við aftursøgnir. Heima kunnu næmingarnar skriva lyklaorð til kjak ella samandrátt, soleiðis at heimaarbeiði verður meira fjølbroytt. Slíkar uppgávur kunnu skrivast og goymast í viðmerkingunum í sBókini.

Bæði í 1. og 2. parti verður mælt til at geva næmingunum tekstirnar við tilhoyrandi spurningum og mállæru fyri heima. Venjingarnar skulu tó í størstan mun verða gjørdar í skúlanum. Mongu samvirknu uppgávurnar kunnu brúkast ymiskt: Næmingarnir kunnu arbeiða við teimum hvør sær, í pørum, ella flokkurin kann gjøgnumganga tær í felag. Samvirknu uppgávurnar kunnu gera undirvísingina eitt sindur fjølbroyttari, t.d. kunnu næmingarnir arbeiða eftir eini tíðarfreist, soleiðis at teir kanska ikki náa allar uppgávurnar, men tó nakrar innan hvørt evni.

Tað er umráðandi at halda fram og útbyggja arbeiðið við myndafrágreiðingum. Sum variatión kunnu næmingarnir t.d. skriva lyklaorð ella fyrireika eina myndafrágreiðing heima við íblástri frá "Pour parler d’une image."

Somuleiðis er umráðandi at halda fram við lurtivenjingum. Næmingarnir kunnu til dømis lurta eftir onkrum teksti, sum tey longu hava arbeitt við; tað kann vera ein B-tekstur ella onkur kunningartekstur.

ISBN: 9789991822273. Rithøvundarnir, Systime A/S og Nám 2016